Norðmenn minnast 22. juli

Tað vóru álvarssamir norðmenn, sum í morgun løgdu kransar til minnis um tey, sum lótu lív í yvirgangsatsóknunm í Oslo og á Utøya fyri einum ári síðani. Fleiri hundrað fólk vóru hjástødd, og fleiri grótu, tá orkestrið byrjaði tiltakið við sálminum "Upp alt, ið Harrin hevur gjørt".

-22. juli verður altíð tengdur at teimum, sum mistu lívið, segði Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, í einari røðu uttan fyri stjórnarskrivstovurnar í Oslo. Tað var har, bumban brast og drap átta fólk.

-Ætlanin við bumbuni og skotunum var at broyta Noreg, men tað norska fólkið svaraði við at taka lógvatak um okkara virðir, segði forsætisráðharrin.

Jens Stoltenberg og umhvørvismálaráðharrin, Bård Vegard Solhjell, umboðaðu stjórnina, og Haraldur kongur, Sonja drotning, Hákun krúnprinsur og Mette-Marit, krúnprinsessa umboðaðu kongshúsið.