Norðmenn hugtiknir av dønum

Norski landsliðsvenjarin, Åge Hareide, var hugtikin av danska spælinum mánadagin.
? Eg verði glaður, tá ið eitt norðurlendsk lið klárar seg so væl ímóti Italia og vísir, at vit kunnu taka stig frá teimum, segði Hareide við blaðið VG.
? Danir spældu skilagott, og teir gjørdu italiumenn vánaligar. Totti, Del Piero og Vieri blivu púra burtur í dystinum, helt Åge Hareide, sum verður noyddur at fylgja EM-kappingini sum áskoðari, tí Noreg kom ikki við til endaspælið.