Norðmenn áhuga fyri Sólborg

Rækjuvinna

Í blaðnum herfyri greiddu vit frá, at tað serliga eru íslendingar, sum hava víst føroyska rækjuskipinum, Sólborg, áhuga, men nú er líkt til, at norðmenn eisini liggja fram við.
Sámal Jacobsen, reiðari, sigur, at norðmenn nú eisini hava spurt seg fyri og hava víst áhuga fyri at keypa Sólborg, sum júst í hesum døgum er byrjaður nýggjan túr á Flemmish Kap.
Hann vísir á, at norðmenn nú um dagarnar hava víst ítøkiligan áhuga fyri skipinum, men dugir ikki at siga, hvat fer at spyrjast burtur úr.
Mangt bendir tó á, at hetta verður seinasti túrurin hjá Sólborg við núverandi eigarunum.
- Føroyska rækjuvinnan gongur ikki sum er, og lítið er, sum í løtuni bendir á, at nøkur verulig vend kemur í.
Reiðarin vísir á, at skipið hevur siglt við einum munandi halli seinastu árini orsaka av lágum rækjuprísum og dýrkaðari olju.
- Spurningurin er, hvussu leingi hetta er skilagott ? um eingi munandi útlit eru fyri framman, sigur Sámal Jacobsen.