Norðmenn hava keypt fiskavirkið við Norðskála

- Vit fara at keypa longu, brosmu, havtasku, steinbít og møguliga onnur fiskasløg á marknaðinum. Fiskurin verður skildur og pakkaður til útflutnings, sigur stjórin í felagnum, Jóhannes Olsen

Eigaraskifti

Fiskavirkið við Norðskála, sum Árni Dam og aðrir áttu, hevur nú skift eigara. Tað er felagið, Friomar, sum hevur keypt bygningin, og stjóri í felagnum er Jóhannes Olsen á Toftum, sum frammanundan eigur línuskipini, Eysturoying, Sigmund og Morgunstjørnuna.
Jóhannes sigur, at norska felagið, Friomar, sum eigur peningin í felagnum, eitt nú fer at keypa longu, brosmu, havtasku, steinbít og møguliga onnur fiskasløg.
- Fiskurin, sum verður keyptur á marknaðinum í kapping við aðrar keyparar, verður skildur og pakkaður við Norðskála.
Jóhannes sigur, at Friomar í Noregi er eitt stórt og framkomið felag, sum tekur sær av at útvega rávøru til ymiskar keyparar, bæði í Noregi og í evropeisku londunum annars.
Hann sigur, at kappingarneytarnir í Føroyum í fyrsta lagi eru tey virki, sum salta longu og brosmu og keypa hini fiskasløgini.
5-7 fólk
Stjórin í Friomar í Føroyum væntar, at eini 5-7 fólk fáa arbeiði á fiskavirkinum við Norðskála, og ætlandi byrjar virksemið á virkinum í komandi viku.
- Í fyrstu atløgu verður so byrjað við at keypa, skilja og útflyta fiskin heilan.
Jóhannes Olsen heldur, at tað verður ein fyrimunur fyri fiskamarknaðin  og ikki minst fyri skipini og manningarnar, at ein keypari kemur aftrat.
- Jú, eg haldi, at hetta verður eitt spennandi og mennandi samstarv við norðmenn, sum nú verður sett á kjøl, sigur stjórin í Friomar í Føroyum.