Ein kanning, sum eitt innkrevjingarfelag hevur gjørt, vísir, at norskar fyritøkur eru skjótari at gjalda sínar rokningar enn fyritøkur í øðrum londum.
Kanningin vísir, at í meðal eru rokningarnar 28 dagar gamlar, tá tær norsku fyritøkurnar gjalda. Finnlendingar eru teir næstskjótastu. Í Finnlandi eru rokningarnar í meðal 30 dagar gamlar, tá fyritøkurnar gjalda. Í Estlandi bíða fyritøkurnar í meðal 31 dagar við at gjalda, og danskar og svenskar fyritøkur bíða vanliga 38 dagar.
Harafturímóti bíða fyritøkurnar í teimum suðurevropeisku londunum væl longri við at gjalda rokningarnar. Í Fraklandi bíða tær 66 dagar, í Portugal 80 dagar, í Spania 83 dagar, og í meðal lata italskar fyritøkur rokningarnar liggja í 97 dagar, áðrenn goldið verður.