Sambært kanningini er støðan júst tann øvugta av tí, hon var fyri einum lítlum ári síðani.
Ein kanning í mars í fjør vísti, at tá vóru 53 prosent ímóti norskum ES-limaskapi, og at 47 prosent vóru fyri. Kanningar, sum bløðini Dagbladet og Nationen gjørdu so seint sum í desember, vístu eisini, at meirilutin var ímóti, at stjórnin skal senda umsókn til Bruxelles um limaskap.
Formaðurin í norsku Evroparørsluni, Sigurd Grytten, er sera væl nøgdur við úrslitið av nýggju kanningini. Hann tók við sum formaður í apríl í fjør og fegnast um, at hetta er fyrstu ferð í hansara formanstíð, at meiriluti er fyri ES-limaskapi.
Sigurd Grytten heldur, at norðmenn eru ávirkaði av teimum stóru broytingunum, sum henda í Evropa. Sjálvur heldur hann, at tað nýggja felags evropeiska gjaldoyrað, evran, hevur vakt ans í Noregi, eins og fleiri norðmenn síggja fyrimun í at fara uppí, nú ætlanin er at víðka ES eystureftir.
Formaðurin í rørsluni, sum virkar ímóti norskum ES-limaskapi, tekur undir við, at evran uttan iva hevur ávirkað norðmenn, men Sigbjørn Gjelsvik heldur kortini, at tað er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu út frá einari kanning.
Sama politiska býtið
Kanningin, sum nú vísir greiðan norskan meiriluta fyri ES-limaskapi, varð gjørd í síðstu viku.
Hon vísir, at av kvinnunum er ein lítil meiriluti ímóti limaskapi, meðan flestu menn eru fyri. Í Norðurnoregi hevur mótstøðan ímóti ES-limaskapi altíð verið stór, men nýggja kanningin avdúkar, at munurin nú er lítil har.
Verður hugt at floksbýtinum, er myndin framvegis tann, at veljararnir hjá Arbeiðaraflokkinum og Høgra eru fyri ES-limaskapi. Framburðsflokkurin hevur higartil ikki viljað tikið støðu í ES-málinum, men sambært nýggju kanningini tekur meirilutin av veljarum floksins undir við limaskapi.