Norðmenn flyta fólk av boripallum

Væntandi er, at aldurnar á Haltenbankanum kunnu gerast meira enn 10 metrar høgar í nátt, og tí eru fólk flutt av tveimum boripallum Veðurvánirnar fyri Norðsjógvin eru so vánaligar, at fólk nú verða flutt av boripallum. Stúrt verður fyri, at aldurnar á ávísum leiðum fara at gerast einar 10 metrar høgar.

Gjørt er av at flyta 80 fólk av tveimum pallum á Haltenbankanum.

- Í løtuni eru aldurnar á leiðini tríggjar metrar høgar, men sum náttin líður, vænta veðurmenninir, at aldurnar kunnu gerast meira enn 10 metrar høgar. Hetta ger, at vit av trygdarávum noyðast at minka um manningina á flótandi støðunum í økinum.

Tað sigur Geir Gjervan hjá StatoilHydro við VG Nett.

Hann vísir á, at manningin, sum verður flutt av pallunum, verður innkvarterað, meðan teir bíða eftir betri líkindum.

- Meðan veðurvánirnar eru so vánaligar verða 26 fólk eftir á hvørjum av hesum pallum, og framleiðslan verður minkað tilsvarandi, sigur Geir Gjervan.

Í Noregi meta tey, at stormurin kemur at raka harðast í útnyrðingspartinum av landinum.