Seinasta døgnið fiskaðu norðmenn 43-túsund tons av sild, skrivar fiskaren.no. Sildin stendur tøtt norður úr Træna, men í dag hava norðmenn eisini fingið sild út fyri Vestfjorden í Tennholmen-økinum.
Sildin, sum fiskað verður, er í stødd 270-til góð 300 gram. Tað eru fleiri skip, sum hava fiskað meira enn 1000 seinasta døgið, av tí at so nógv sild verður fiskað, er prísurin ikki so góður í løtuni, tað mesta fer fyri minstaprís.
Í gjár var meðalprísurin NOK 2,09 fyri kilo, mesti prísur í gjár var NOK 2,70, skrivar Sildelaget.