Í gjárkvøldi tók 17 ára gamli norðmaðurin, Jakob Ingebrigtsen øll á bóli tá ið hann gjørdist Evropameistari í 1500 metra renning.
Les eisini: Norðmenn ovurfegnir: Yngsti Ingebrigtsen-bróðurin vann EM-gull
Kókaði tað í norsku miðlunum hetta seinasta samdøgri, so brast lokið fullkomliga av teimum í kvøld, tá ið ungi norski rennarin framdi enn eitt bragd
Saman við eldra bróðir sínum, Henrik, skúgvaði ungi norðmaðurin, Jakob Ingebrigtsen alla mótstøðu til viks á 5000 metra teininum, tá ið hann greitt gjørdist fremstur, við beiggja sínum á øðrum plássi.
Triði bróðurin, Filip, var ikki við á hesum teininum, men sat millum áskoðararnar.
- "Hatta kundi ikki gerast betur! Teir lokkaðu hinar í sína egnu fellu, og teir vinna tí at teir eru rætt og slætt betri fyri" - Segði Filip Ingebrigtsen um brøðurnar.