Seinastu mánaðirnar hevur talan mest sum bert verið um frágongd, tá skrivað hevur verið um leikarahópin hjá FCK.
Nú tykist tað tó, sum um Flemming Østergaard hevur funnið onkran leikara, sum hann er til reiðar at nýta nakrar av mongu FCK-milliónunum uppá.
Talan er um 30 ára gamla norska landsliðsleikaran, Erik Mykland, sum í løtuni er sáttmálabundin at 1860 München, men sum í longri tíð hevur havt eitt ynski um at sleppa burtur frá felagnum.
Sambært norskum miðlum er FCK til reiðar at lata einar sjey milliónir krónur fyri leikaran, sum sambært somu miðlum kann rokna við eini ársløn upp á somu upphædd. Ein løn, sum sostatt ger hann til best lønta leikaran í donskum fótbólti.
Enn hevur FCK ikki gjørt nakrar viðmerkingar til slaturin, men tað verður av nógvum roknað fyri vist, at Mykland kemur til FCK, og tosið er ikki vorðið minni, eftir at Ståle Solbakken hevur givið sína meting av landsmanninum.
Sambært Solbakken verður Mykland uttan iva ein hin størsta »succes?in« í donsku superliguni, um hann kemur til FCK, sigur Solbakken, sum sjálvur bar hetta heitið, tá hann hevði roynt seg í superliguni fyrsta árið.