Løgreglan í Teilandi hevur tikið ein 38 ára gamlan norðmann og skuldsett hann fyri at hava smuglað rúsevni.
Sambært norska útvarpinum varnaðist løgreglan á frítíðarstaðnum Pattaya, at alt ruggaði ikki rætt við norðmanninum, og tá løgreglumenninir kannaðu mannin, vísti tað seg, at hann hevði 30 gram av rúsevninum marihuana uppi á sær. Hann varð alt fyri eitt tikin og settur í varðhald.
Sambært norska sendimanninum í Teilandi hevur maðurin greitt frá, at hann hevði keypt rúsevnið í Teilandi, og at hann ætlaði sær at brúka tað sjálvur. Júst tað kann fáa avgerandi týdning fyri málið, tí koma myndugleikarnir til ta niðurstøðu, at norðmaðurin ætlaði sær at selja rúsevnið, kann hann fáa deyðarevsing.