Maðurin, sum slaktaði ungdóm á summarlegu hjá norska Javnaðarflokkinum, var norðmaður. Maðurin er tikin av løgregluni og verður í løtuni avhoyrdur.
Enn er ikki váttað, hvussu nógv fólk lótu lív í skottilburðinum á Utøya í kvøld. Norski Javnaðarflokkurin hevði ungdómslegu har, og eini 700 fólk vóru á oynni til tiltakið.
Maðurin, sum var ílætin sum løgreglumaður, kom út á oynna eftir bumbuspreingingina í Oslo í dag. Hann segði seg skula gera eina rutinukanning á oynni. Men alt í einum fór maðurin at skjóta frá hond, og myndugleikarnir váttað, at fleiri fólk eru deyð.
Á tíðindafundi hjá norska forsætisráðharranum var sagt, at fleiri fólk vóru deyð, og at fleiri fólk eru saknað og løstað. Men í løtuni vilja myndugleikarnir ikki seta endaligt tal á, hvussu nógv hava latið lív.
Eygnavitni vilja verða við, at talan kann verða um, at millum 20 og 30 fólk hava latið lív.
Norski forsætisráðharrin segði á tíðindafundinum, at maðurin, sum er handtikin, er norðmaður.