Norðmaðurin Thor Hushovd, sum súklar fyri amerikanska liðið Team Garmin-Cervelo, er nú á odda í kappingini Tour de France. Tað er sostatt hann, sum hevur ta gulu troyggjuna nú.
Liðið Team Garmin-Cervelo, sum Thor Hushovd er á, vann liðkoyringina í dag við tíðini 24 minuttir og 48 sekund. Á øðrum plássi var Team Sky, sum hevði tíðina 24 minuttir og 52 sekund. Somu tíð hevði BMC.
Danska liðið Saxo Bank Sunguard stóð seg munandi betur, enn tey flestu væntaðu. Liðið kom inn á áttanda pláss 28 sekund aftan á vinnaran, og tey serkønu eru á einum máli um, at hetta er eitt sera gott úrslit hjá danska liðnum.
Her kann nevnast, at liðið Lepard Trek, sum hevur fleiri av súklarunum frá Saxo Bank, kom inn á fjórða pláss og var 23 sekund skjótari enn Saxo Bank Sunguard. Tað merkir, at Andy Schleck hevur nú ein minutt og 37 sekund betri tíð enn Alberto Contador. Teir báðir verða hildir at hava teir bestu møguleikarnar at vinna ársins Tour de France.