Norðlýsið varð fyrst

Longu áðrenn seinasta grótið í Norðoytunlinum varð sprongt vekk leygardagin var eitt eintak av Norðlýsinum farið ígjøgnum tunnilin.
Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum, hevði funnið eitt lítið hol, har hann sendi prentaðu útgávuna av Norðlýsinum ígjøgnum. Móttakari hinumegin var Tórður Mikkelsen og eitt sjónvarpslið hjá Sjónvarpi Føroya.
Fyrstu fólk at koma ígjøgnum tunnilin vóru tingmenn og onnur, sum leygardagin vóru við, tá sprongt varð í gjøgnum. Tað var Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum og fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, sum fekk heiðurin at lata seinasta skotið av.