Norðlýsið tjenar mest

Norðlýsið gjørdi eitt ordans hál síðsta fríggjdag, tá tey fingu 49.108,75 krónur úr komm­unu­kass­anum!
Vit á privatu miðlunum hava gramt okkum so illa sein­astu tíðina, at fólk helst eru far­in at troytt­ast. Grenja um mink­andi inn­tøk­u­grund­ar­lag og um hamr­andi ó­rætt­vísa kapp­ing frá Kring­varp­i­num.

Øðrvísi er statt á Norð­lýs­i­num í Klaks­vík. At knotur eru í sølu­fólkunum har norðuri, tað mugu vit bara sanna, sam­stund­is sum markn­­að­­ar­deild­ir­nar hjá mið­stað­ar­press­uni rodna av skomm, tí í Norð­lýs­i­num kost­ar ein lýs­ing­ar­síða 12.500 krón­ur! Tað vísa skjøl, sum Klaks­víkar komm­una hevur sent okkum.
Síðsta fríggjadag kom Norð­lýs­ið í hvørt hús í land­i­num. Blaði­ð var á trem­ur við góð­um til­fari um, hvussu gott tað er í Klaks­vík, og hvussu ó­rein øll í Havn eru, sum bara taka frá klaks­víkingum.

Og nógv eru í øðini um hetta blað, ser­liga javn­að­ar­fólk, sum føla seg illa happ­að. Fleiri eru beinleiðis for­nerm­að.
Men vit í miðlunum, vit eru flóv. Vit eru flóv av, at vit ikki klára at kapp­­ast við Norð­lýs­ið um lýs­ing­ar­nar. Vit eru flóv av, at tildømis Klaks­­­vík­ar komm­­una held­­ur vil be­­tala 12.500 krón­ur fyri síðu 29 í Norð­lýs­­i­­num enn dump­ing­prís í Dimm­a­­lætt­ing, Sos­­­i­al­­­i­­num ella í Kring­varp­i­num.

Gunvá við Keldu, borg­meist­ari, fekk sín boð­skap út. Hon hevur úr komm­un­u­kass­anum í Klaksvík goldið Norð­lýs­i­num 49.108 krónur og 75 oyru! Og tað er bara fyri lýs­ingar á teim­um fimm síðu­num, ikki fyri innihaldið, tí tað er ikki lov. So kemur brúk­ar­a­um­boðs­maðurin eftir Norðlýsinum.
Segði nakar okursprísur? 12.500 krón­ur fyri síðu 29 í Norð­lýsinum, tað er í øllum før­um kuul.

Spurn­ing­ur­in er so bara, um tey á Norð­lýs­i­num eru góð sølu­fólk, um borg­ar­stjór­in í­ Klaks­vík er eitt hopleyst oyðsl, sum ikki dugir at um­sita skattaborgarans peng­ar, ella um talan er um dulda re­­klamu, sum brúk­a­ra­um­boðs­mað­ur­in ­eig­ur at taka sær av...

(Vit kunnu skoyta uppí her, at Heðin Mortensen hev­ur havt ein følara úti hjá okk­um, men sig einki!)