Norðlýsið: Tað er aftur korona hjá Slovan

Champions League: Tað er eisini staðfest korona í seinna hópinum hjá Slovan, sum kom til landið í gjár

Norðlýsið skrivar í morgun, at tað er enn ein positiv koronatest. Hesa ferð í hópinum av eykaspælarunum, sum komu til landið í gjár, og skulu eftir ætlan spæla móti KÍ í Champions League klokkan 17 í dag.

- Norðlýsið veit frá keldum, at ein av leikarunum, ið komu til landið í gjár, varð testaður postiviur fyri Korona. Hann verður testaður aftur í dag. Sum skilst vilja slovakar ikki taka kanningarúrslitini hjá Thetis fyri fult, skrivar Norðlýsið.

Tað bleiv eisini staðfest korona í fyrra hópinum, sum kom til landið mánadagin. Har er allur hópurin í sóttarhaldi og kann ikki luttaka í dystinum í dag. Fútin, Michael Bolsen, sigur at ongin fundur er í løtuni, men at hann einki kann siga fyrr enn á døgurða. Portal.fo hevur verið í sambandi við landslæknan, Lars Fodgaard Møller, sum sigur at tað nú er upp til UEFA samskifta víðari í hesum málinum.