Norðlýsið nýggjan blaðstjóra og nýggja heimasíðu

Fleiri røður frá viðskiftfólki vórðu við hátíðaløtunu á Norðlýsinum í dag, nú stjóraskifti varð og nýggja heimasíðan varð tikin í nýtslu.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, trýsti á knøttin fyri at fáa heimasíðuna virkna og greiddi eitt nú frá, at hon hevði havt sjey góð ár á Norðlýsinum í síni tíð.

Sendistovan hevur ment heimasíðuna, meðan Jastrid Gullaksen hevur sniðgivið. Sigast má, at talan er um eitt rættiligt lop inn í framtíðina.

Norðlýsið var næstan ov lítið at hýsa øllum teimum áhugaðu gestunum, har flestu fjølmiðlarnir vóru umboðaðir.

Øll vildu sleppa at heilsa uppá og ynskja nýggja stjóranum, Jastrid Gullaksen tillukku og góða eydnu við tí nýggja Norðlýsinum.

Portalurin ynskir eisini nýggja stjóranum tilukku við heimasíðuni - og starvinum!