Norðingur kærdur til Fiskimálaráðið

Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, hevur kært málið up Norðing víðari til Fiskimálaráðið.

Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, er ikki nøgdur við avgerðina hjá Vørn um at vísa kæruna um Norðing frá sær.

Vørn sigur, at stovnurin ikki hevur heimild til at gera nakað við málið, tí at Norðingur lýkur tær treytir, sum eru settar fyri luttøku í almennu uppboðssøluni.

Axel Hansen hevur ført fram, at reiðaríið hjá Norðingi, Næraberg, ikki lønar manningini eftir rætta sáttmálanum, honum fyri ídnaðarskip, men nýtir í staðin ein útgingnan sersáttmála, sum var galdandi fyri Slættaberg, tá hann var í flotanum.

Axel Hansen vil framvegis vera við, at reiðaríið hjá Norðingi ikki lýkur treytirnar, hvørki fyri at luttaka á almennu uppboðssøluni, ei heldur fyri fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum.

Axel Hansen sigur tí, at Vørn, við ikki at taka støðu í málinum, hevur blástemplað framferðina hjá reiðarínum og tikið støðu í tess favør.

- Men hetta verður ikki bara góðtikið uttan nakað, og tí verður málið í dag kært til sjálvt Fiskimálaráðið at taka støðu til. Landsstýrismaðurin má um ikki annað kunna siga, hvør skal hondhevja lógina, hann sjálvur hevur smíðað, og sum Løgtingið samtykti í vár.