Norðheim sleipaður til lands í gjárkvøldið

Brimil hevur havt úr at gera um vikuskiftið.

Norðheim boðaði seinnapartin í gjár frá, at teir høvdu fingið maskintrupuleikar eystanfyri Nólsoynna, skrivar Vørn. 


Brimil var hjá Norðheim kl 17.00, teir tóku dreggið inn og Norðheim bleiv sleipaður til Oyrar.

 

Skipini vóru har kl 2200.

 

Norðheim dreggjar eftir skeljum undir Føroyum. Tað er Thor í eigur Norðheim.

 

Eisini kom Brimil um middagsleiti í gjár á Miðvág við útróðrarbátunum Óðin, úr Havn.

 

Óðin hevði fingið um skrúvuna, nakað vestur úr Trøllhøvda.

 


Kavarar frá Brimli, skóru av skrúvuni á Óðin, tá teir komu á Miðvág.