Norðdepli og Hvannasund gera um seg

Sundabáturin setti í dag Hvessing upp á pláss

Tað er gott lag norðuri á Oyrini og í Hvannasundi, har fløggini nú verða drigin í húnar hátt.

6-mannafarið Sundabáturin við monnum hevur í dag tryggjað sær sigurin á jóansøku.

Kappingin stóð millum Hvessing, sum vann á norðoyastevnu og Sundabátin. Hvessingur leyp avstað, men Sundabáturin vildi ikki sleppa. Munurin millum teir báðar fremstu var ongantíð meiri enn ein hálv bátslongd.

 

So hevði Sundabáturin hug at svara aftur. Stútt og støðugt minkaði munurin, so hann var ikki meiri enn skuturin, tá ið teir fóru undir endaspurtin. Í endaspurtinum var eingin ivi. Teir á Sundabátinum áttu meiri í sær. Sundabáturin tók Hvessing, og tá ið teir fóru um málið var Sundabáturin stóran skutin undan Hvessingi, sum var langt frammanfyri Hósvíking, Lóm og Jarnbard.

 

 

1 Sundabáturin 04.38.43

2 Hvessingur 04.39.37

3 Hósvíkingur 05.01.34

4 Lómur 05.03.30

5 Jarnbardur 

 

FM

1 Hvessingur 13

2 Sundabáturin 13

3 Hósvíkingur 10