18 ára gamli maðurin, sum í gjáramorgunin stakk fýra fólk við knívi í Norðdepli, minnist einki til hendingina. Við Kringvarpið sigur leiðarin á kriminaldeildini hjá politinum, Bergleif Brimvík, at tann 18 ára gamli er avhoyrdur, men at hann sigur seg einki minnast til tað, sum fór fram.
Spurdur um maðurin var ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum, sigur Bergleif Brimvík, at tað ikki er staðfest enn, men at blóðroyndir eru tiknar og sendar til Danmarkar til kanningar. Tá tær royndirnar koma aftur, ber til at siga meira. Hann leggur tó afturat, at tað er illgruni um, at maðurin var ávirkaður á ein ella annan hátt.
Tey fýra fólkini, sum blivu stungin, eru ikki avhoyrd enn. Trý av teimum verða væntandi útskrivað av Klaksvíkar sjúkrahúsi í morgin, og tá kunnu avhoyringarnar byrja.