Norðdepil: Politiið funnið tvey vitnir

Tað loysti seg hjá politinum at sóknast alment eftir vitnum í gjár. Higartil hevur politiið fingið áheitanir frá tveimum bilførarum, sum vóru staddir við Norðdepil og har á leið sunnumorgunin, tá ein 18 ára gamal maður bleiv frá sær sjálvum og stakk fýra fólk við knívi.

Fyri at royna at fáa eina heildarmynd av tí, sum hendi, bað politiið í gjár fólk, sum vórðu sædd í einum myrkum bili norðuri í Sundi um ta tíðina, tá knívtilburðirnir hendu, um at seta seg í samband við seg. Og tann áheitanum hevur higartil havt við sær, at tvey fólk hava sagt seg vera á staðnum. Talan er um tveir bilførarar í hvør sínum bili.

Fólkini hava verið til avhoyringar hjá politinum, og tær upplýsingar, sum fingust á hendan hátt, verða nú brúktar í uppkláringsarbeiðinum.