Norðdepil: Avhoyringarnar byrjaðar

HIGARTIL: Tað var ikki nøkur løtt uppgáva, sum politiið fór undir í dag, nú avhoyringarnar av teimum, ið vórðu fyri kníválopi sunnumorgunin í farnu viku í Norðdepli, eru byrjaðar. Tað er kriminaldeildin hjá politinum, sum stendur fyri at skula seta allar smálutirnar saman, áðrenn 18 ára gamli maðurin, ið situr varðhaldsfonglaður, ákærdur fyri m.a. drápsroynd, skal fyri rættin aftur tann 9.august.

Sjálvur sigur ungi maðurin, at hann einki minnist frá tí, sum hendi. Illgruni er um, at hann var ávirkaður av antin rúsdrekka ella –evnum. Blóðroyndir eru tiknar og sendar til Danmarkar til kanningar. Politiið upplýsti fyri Portalinum sunnumorgunin, at tað fekk eina fráboðan um átta tíðina. Tað var ein maður í einum húsum í Norðdepli, sum bað um hjálp, tí fýra fólk vóru stungin við knívi. Tá politi og tríggir sjúkrabilar komu á staðið, var blóð allastaðni, og tann 65 ára gamli maðurin, sum hevði boðað frá, var sera illa fyri. Hann var millum annað stungin í búkin somikið álvarliga, at hann senni um dagin bleiv lagdur undir skurð, og liggur á Klaksvíkar sjúkrahúsi enn. Hann hevur tað tó nú eftir umstøðunum gott.

Tey bæði ungu vóru stødd í einum húsum í Norðdepli sunnumorgunin, tá tann 18 ára gamli kom inn til teirra við knívi. Tey flýddu undan inn í eini grannahús hjá skyldfólki - einum tilkomnum pari - men tann 18 ára gamli fylgdi eftir teimum, og tað endaði við, at øll fýra fingu løstir av knvívi hansara. Trý teirra vórðu ikki so illa stungin, sum tilkomni maðurin, tó at tann yngri maðurin tók ímóti ikki færri enn 17 knívstungum. Hesi trý lógu á sjúkrahúsi í tríggjar dagar, og vórðu øll útskrivað í gjár. Avhoyringin av teimum byrjaði í dag, og higartil hevur politiið tosa við tvey teirra. Hvat kom fram í dag, vil Bergleif Brimvík, leiðari fyri Kriminaldeilina hjá politinum, ikki siga nakað um í smálutum, men hann sigur tó, at avhoyringarnar halda áfram, so greiða fæst á, hvat ið hendi, og so at politiið kann savna sær prógv ímóti tí 18 ára gamla, ið skulu leggjast fyri rættin tann 9.august.