Norðdepil: 18 ára gamli avhoyrast alla vikuna

Øll fýra, sum vórðu stungin í Norðdepli sunnumorgunin í næstsíðstu viku, eru nú avhoyrd av kriminaldeildini hjá politinum, og avhoyringar av tí 18 ára gamla, sum er skuldsettur í málinum og situr í varðhaldi, halda áfram alla hesa vikuna. Eisini hevur politiið tosað við fólk, sum vóru stødd norði í Sundi sunnumorgunin.

Tvey vitnir, sum politiið hevur tosað við, hava sagt seg síggja tann 18 ára gamla ganga á byrgingini yvir Hvannasund, og tí hava froskmenn leita báðumegin byrgingina eftir knívinum, ið varð brúktur, men tað er ikki eydnast at finna hann enn.

DNA-royndir vórðu tiknar á staðnum í Norðdepli, og tær eru sendar til Danmarkar, har tær verða kannaðar. Orsøkin til, at DNA-royndir eru tiknar, er fyri at kunna staðfesta, at tað var tann 18 ára gamli skuldsetti, sum var á staðnum og stakk. Royndirnar umfata millum annað blóð og fingramerkir.

Tann tilkomni maðurin, ið bleiv stungin, liggur framvegis á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og avhoyringarnar av honum hava ikki verið so umfatandi enn, tí hann er framvegis merktur av skaðunum, sum hann fekk.