Fiskivinna
Í løtuni liggur Norðborg í Klaksvík. Teir hava verið á leiðunum suður úr Føroyum, har væl av svartkjafti hevur staðið í seinastuni. Nøkur skip, sum landa til ídnað, hava fingið uppí í føroyskum sjógvi, og í vikuni landaðu bæði Fagraberg og Charlton fullfermdir í Fuglafirði.
- Vit eru komnir inn fyri veður og fara væntandi útaftur um middagsleitið í morgin.
Tað sigur skiparin hendan túrin, Kristian Martin Rasmussen.
Spennandi roynd
Tað, sum er serligt við royndini hjá Norðborg í mun til royndini hjá hinum føroysku svartkjaftaskipunum, er, at Norðborg nú er farin at virka svartkjaft til matna umborð.
- Vit vóru ein túr í føroyskum sjógvi fyri jól, har vit skóru og frystu umborð, og nú eru vit so smátt farnir í gongd aftur.
Kristian Martin Rasmussen sigur, at marknaður er í Ruslandi fyri heilfrystum og skráskornum svartkjafti, og tað er hesin marknaður, teir í fyrsta lagi fara at dúva uppá.
- Vit vænta at fáa umleið 3 krónur fyri kilo fyri heilfrystan og umleið 5 krónur fyri kilo fyri skráskornan svartkjaft.
Skiparin vísir á, at teir higartil hava heilfryst meira, enn teir hava skráskorið, og heilfrysti fiskurin fer í blokk, har hvør blokkur vigar 20 kilo.
Spurdur, um prísmunurin millum heilfryst og skráskorið upp á 2 krónur ikki er heldur lítil, heldur Kristian Martin, at tað er hann ivaleyst, men málið er at fáa lyft prísin uppeftir.
Meira burturúr
- Orsøkin til, at vit eru farnir undir at virka svartkjaft til matna, er, at prísurin á vøruni er betri nú, enn hann hevur verið.
Skiparin heldur tað eisini vera skilagott, at okkara fiskivinna roynir at fáa sum mest burtur úr tilfeinginum, sum sjálvandi ikki er óavmarkað.
Á hesum túrinum hjá Norðborg í føroyskum sjógvi, sum gjørdist heilt stuttur, høvdu teir trupulleikar við ljósmotorunum, og tá ið hann eisini boðaði frá so keðiligum veðri, gjørdu teir av at fara til lands.
Tá ið teir eisini høvdu okkurt at gera við skipið, kundu teir tað sama leggja leiðina til lands, sum at liggja úti og bíða eftir betri líkindum.
- Eg vænti, vit loysa aftur um middagsleitið í morgin, sigur Kristian Martin Rasmussen, skipari, sum ikki fer við Norðborg hendan túrin.
Nú svartkjafturin verður virkaður til matna, fellir altíð nakað í tangarnar, sum skipið eisini hevur umborð. Hetta er tað, sum fellir frá við skráskeringini og fiskur, sum verður skildur burtur úr.