Norðborg við sild og makreli

Norðborg kom á Fuglafjørð klokkan 18 í kvøld. Teir skulu pumpa lýsi í land, og eisini skulu teir bunkra á Fuglafirði.

Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen í dag.

- Tíðliga í morgin skal Norðborg landa í Norðhavnini í Klaksvík. Norðborg hevur 1.300 tons av frystum, 200 tons av mjøli og góð 100 tons av lýsi, veit heimasíðan at siga.

Norðborg byrjaði túrin hin 19. september. Teir hava roynt í ein landnyðring úr Føroyum.

- Skipið hevur 260 tons av makreli og 1.040 tons av sild. Teir fingu makrelin fyrst á túrinum. Væntandi fer Norðborg nýggjan túr aftur sunnudagin, skrivar Jóanis Nielsen.

(Mynd: Dávur Winther)