Norðborg á veg heim úr Chili

- Vit eru sera spentir eftir at koma í gongd, og vit halda ikki, at útlitini eru so galin, eitt nú tí, at sildastovnurin tykist vera væl fyri, sigur Jón Rasmussen, skipari. Higartil hevur alt gingið væl á longu heimferðini úr Chili

Nýbygningur

 

Nýggja Norðborg er nú á veg norður gjøgnum Atlantarhavið, og gongst sum ætlað, verður skipið á Klaksvík dýra biðidag, 8. mai.

- Norðborg fór úr Chili 14. apríl, og fyri eini viku síðan vóru teir leysir úr Panamaveitini, har teir eisini lógu í Panama í hálvt annað samdøgur.

Vit hava tosað við Jón Rasmussen, skipara, sum ikki er við skipinum á heimferðini, men er heima og tekur sær av øðrum.

Hann sigur, at siglitíðin úr Chili og heim til Føroya fer at liggja um 22 samdøgur, tá hálva annað samdøgnið í Panama er drigið frá.

 

Roynist væl

- Tá Norðborg var leys úr Panamaveitini, høvdu teir sjaskveður á leiðini eystur um Kuba. Vindurin var ímóti og inn á síðuna, men manningin umborð letur sera væl at skipinum, sum vísir seg at vera ógvuliga sjógott og fer væl við sær í sjónum.

Hann sigur, at skipið hevur riggað sera væl, men okkurt smávegis hevur verið.

- Hetta eru tó bara smáting, sum roknast kann við, tá ein nýbygningur verður latin.

Á brúnni umborð á Norðborg á veg heim úr Chili eru Kristian Martin Rasmussen, ið er mynstraður sum skipari, beiggi hansara Páll Rasmussen og sonur Kristian Martin, Bogi Rasmussen.

- Tað verða Bogi og eg, sum koma at skiftast um at føra skipið, og síðan kemur pápi væntandi at loysa av onkran túrin. Eg ivist onga løtu í, at hann hevur hug at sleppa onkran túrin av og á, sigur Jón brosandi.

 

Justeringar

Jón Rasmussen væntar, at tá nýggja Norðborg er komin higar til lands, fer tað at taka einar 10-14 dagar at rigga skipið til.

- Chili er langt burtur, so tað eru nøkur ting, ið skulu instalerast og justerast her heima, eitt nú serligur telduútbúnaður til verksmiðjuna, sum Formula letur.

Hann sigur, at sjey flakamaskinur eru umborð á Norðborg, tá hon kemur, men pláss er fyri tveimum maskunum aftrat, sum reiðaríið longu eigur. Hesar verða tó ikki settar í skipið beinanvegin, men tá tað fer at passa inn í gongdina og tíðarrammuna.

- Umborð á gomlu Norðborg, sum í dag kallast Christian í Grótinum, eru seks flakalinjur.

Jón sigur, at gamla skipið í løtuni stendur í dokkini á Skála, og í vikuni hava fólk, sum hava áhuga í at keypa skipið, verið og hugt.

- Í fyrstu syfti verður gamla Norðborg seld, og síðan fer tíðin at vísa, hvussu verður við teimum rættindunum, leggur hann aftrat.

Áður hevur Kristian Martin sagt, at tað ikki er óhugsandi, at felagið fer at útvega sær eitt annað skip, sum tíðin gongur.

- Orsøkin til, at vit hava gjørt av at kalla nýggja skipið Norðborg og ikki Christian í Grótinum er, at Christian í Grótinum ikki var seldur, tá navnið varð sveisað á nýbygningin. Norðborg er eisini vorðið eitt kent navn á sínum marknaði við matvøru úr pelagiskum fiskasløgum – ikki minst úr sild, leggur hann aftrat.

 

Helst sild

Tá nýggja Norðborg verður klár at loysa, fer skipið væntandi ein royndartúr á svartkjaft, har útbúnaðurin og flakamaskinurnar verða royndar.

- Hin møguleikin er, at royndartúrurin verður eftir sild. Vanliga byrjar sildatíðin millum 20. og 25. mai, men nú veldst eisini um, hvat frættist um sild, tá tann tíðin kemur.

Við nýggju Norðborg verða einir 30 mans, og tað eru einir 4-5 fleiri enn við gamla skipinum.

- Nú vit bara koma at fiska við einum skipi fyribils, hava vit nóg mikið av fólki at taka av, leggur hann aftrat.

 

Nógv fyri pengarnar

Sjálvur byggikostnaðurin av Norðborg, sum er 83,5 metrar long og 18,4 metrar breið, er 240 miljónir krónur, og aftrat hesum kemur byggirenta, eftirlit, útgerð og heimsigling.

- Soleiðis verður samlaði kostnaðurin nakrar miljónir aftrat.

Jón Rasmussen sigur, at teir eru nøgdir við prísin og halda seg hava fingið nógv fyri pengarnar.

- Høvdu vit smíðað eitt slíkt skip í Noregi í dag, hevði kostnaðurin verið í minsta lagi 100 miljónir krónur meiri. Vit hava eisini skilt, at eitt slíkt skip smíðað í Chili í dag hevði kostað einar 100-120 miljónir meiri, enn hetta skipið kostar.

Hann heldur tí ikki, at teir kunnu vera annað enn nøgdir við byggikostnaðin.

- Vit eru sera spentir eftir at koma í gongd, og vit halda ikki, at útlitini eru so galin, eitt nú tí, at sildastovnurin tykist vera væl fyri, sigur Jón Rasmussen.