Norðborg tók við bótini

Skiparin á Norðborg tók við sektaruppskotinum frá norska fiskiveiðieftirlitinum Upprunaliga noktaði skiparin á Norðborg fyri at hava fiskað á einari stongdari leið á Tromsøgrunninum, men nú hevur hann tikið við bótini.

Fiskaren skrivar, at markið við ta stongdu leiðina bleiv broytt í vikuni, soleiðis at tað, sum var ólógligt, tá Norðborg bleiv tikin, bleiv lógligt í gjár.

Í Bodø gekk skiparin á Norðborg við til at rinda 25.000 krónur í bót, umframt at hald varð lagt á 1,4 millión krónur. Hetta er aðru gerð í hesum mánaðinum, at Norðborg er tikin fyri brot á norsku veiðireglurnar.

Tvey íslendsk skip hava eisini tikið við

sekt fyri at hava fiskað á somu leið.