Seinastu tríggjar túrarnar hevur 18 ára gamla abbadóttir reiðaran, Elspa, verið partur av manningini við Norðborg. Hendan túrin er hon 2. kokkur umborð. Norðborg, sum herfyri landaði umleið 3.000 tons av sild og sildaúrdráttum í Klaksvík, er nú á svartkjaftaveiði í føroyskum sjógvi.
Teir royna nú á Munkagrunninum og reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, letur rímiliga væl at veiði og framleiðslu.
Í gjár visti reiðarin at siga, at Norðborg hevði fiskað í einar 4-5 dagar og hevur fingið umleið 800 tons í lastina.
Ein partur av svartkjaftinum er heilfrystur og skráskorin, og ein partur er farin til mjøl.
Á seinasta sildatúri, har veiðivirðið var einar 14 miljónir krónur at býta millum skip og manning, var Bogi Rasmussen skipari, og hendan túrin er bróðirin Jón Rasmussen á brúnni.
Manningin umborð á Norðborg liggur millum 27 og 30 mans á hvørjum túri, og seinastu tríggjar túrarnar hevur ein 18 ára gomul genta verið við. Tað er abbadóttir reiðaran, Elspa, sum fyrstu tveir túrarnar var á verksmiðjuni, men sum hendan túrin er 2. kokkur umborð.









