Nótaskipið Norðborg fór hósdagin aftur til fiskiskap eftir, at teir høvdu landað veiðina frá seinasta túri í Klaksvík.
Heimasíðan skipini.fo veit at siga, at Norðborg roynir eftir makreli undir Føroyum, og skipari hendan túrin er Jón Rasmussen.
Við skipini.fo segði Jón Rasmussen, at teir í gjár royndu á 6255n og 10w. Fiskiskapurin er smáligur, men veiðan er at kalla reinur makrelur.
Norðborg partrolar saman við Christiani í Grótinum hendan túrin. Norðborg er framleiðsluskip, og við skipinum eru 28 mans.