Norðborg úr Klaksvík fingið 250.000 krónur í bót

?Norðborg er tikin fyri ólógligan fiskiskap í Noregi og er farin aftur til fiskiskap

Ólógligur fiskiskapur

Um vikuskiftið varð nótaskipið Norðborg úr Klaksvík tikið fyri ólógligan fiskiskap í Noregi.
Tað var norska vaktarskipið, Barentshav, ið tók Norðborg seinnapartin fríggjadagin, sambært norska blaðið Aftonbladet.
Norðborg varð biðin um at fylgja við inn til Kirkenes í NorðurNoregi og har góðtók skiparin at betala 250.000 krónur í bót, hava keldur upplýst fyri Sosialinum.
Felagið, sum eigur Norðborg hevur ongar upplýsingar um málið, uttan at okkurt hevur verið galið.
Men sambært Aftenposten er Norðborg tikin fyri at hava blakað 52 tons av lodnu fyri borð.
Teir hava fiskað lodnu til matnað til japanska marknaðin, men hesi 52 tonsini, teir eru skuldsettir fyri at hava blakað útaftur, var slíkt, sum ikki kundi brúkast til tað endamálið og tí hava teir koyrt tað fyri borð aftur
Eftir at skiparin hevur góðtikið bótina, er Norðborg aftur farin til fiskiskap.