FISKIVINNA
Føroyski nótaflotin fer eftir øllum at døma at hava eitt sera gott ár í ár, hvat veiðivirði viðvíkur. Orsøkin er í fyrsta lagi økta makrelkvotan og góða veiðan, sum verið hevur eftir makreli. Hvørjar avleiðingarnar á hinari síðuni verða av, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, í ár tók Føroyar burturúr strandalandasamstarvinum um makrel, veit eingin í løtuni.
Bæði politiska skipanin í Føroyum og vinnan eru fullkomiliga samd um, at føroyski parturin í býtinum av heildarkvotuni av makreli millum Føroyar, Noreg og ES hevur verið ov lítil. Hinvegin hava partarnir ikki verið samdir um, hvussu rættast er at gera til tess at røkka einum størri prosentparti av kvotuni.
Tá Noreg og ES ikki vildu lata Føroyum ein frægari part enn tey sløku 5%, sum parturin hevur verið, tók Jacob Vestergaard málið í egnar hendur og ásetti Føroyum eina makrelkvotu á 85.000 tons fyri 2010. Føroyar verða tó við aftur í samráðingunum millum strandalondini um býtið fyri 2011.
Tvær síður…
Enn hevur føroyski nótaflotin ikki kent so meinan sviða av avgerð landsstýrismansins, tó at røddir bæði í Noreg og ES næstan hava hótt við “morði og brandi”, tí Føroyar hava dittað sær at fiskað eina hampiliga nøgd av makreli í føroyskum sjógvi.
Føroysk nótaskip hava tó møtt uppøstum fiskimonnum í Skotlandi, sum hava sett seg upp ímóti, at makrelur úr føroyskum sjógvi verður landaður í teirra havnum og til teirra virkir.
Men eins og “medaljan” hevur eina baksíðu, hevur hon so sanniliga eisini eina framsíðu, sum er nógv økta veiðivirðið og økti hýruparturin til manningarnar í føroyska nótaflotanum í ár. Aftrat hesum hava eisini onnur skip, eitt nú ísfiskatrolarar, fingið nakað burturúr makrelinum í heyst.
Aftrat øllum hesum hevur føroyski fiskiflotin nú staðiliga prógvað, at nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi í betri tíðini av árinum og út á heystið.
Sera gott ár
Jón Rasmussen, sum í skifti við beiggja sín, Boga Rasmussen, førir verksmiðjuskipið Norðborg, dylur ikki, at teir hava gjørt eitt rimmar ár higartil í ár.
- Árið hjá okkum hevur roynst sera væl. Norðborg hevur higartil í ár fiskað fyri út við 150 miljónir krónur. Skipið fór fyrsta túrin hin 3. juni í fjør, og í 2009 fiskaðu vit fyri slakar 100 miljónir krónur. Samanlagt hevur Norðborg soleiðis í fimtan og ein hálvan mánaða fiskað fyri út við 250 miljónir krónur.
Sosialurin kann leggja aftrat, at veiðivirðið hesar mánaðirnar er tað sama, sum skipið kostaði at smíða!
Við Norðborg hvønn túrin eru umleið 30 mans og við tí manningarskifti, sum er, eru einir 55 mans knýttir fast at skipinum. Tó hava fleiri enn hesir 55 menninir verið við, tá eitt árið er umliðið.
Jón Rasmussen væntar, at gjøgnum eitt heilt ár munnu einir 70 mans við avloysarum hava verið umborð á Norðborg.
- Higartil í ár hava vit goldið stívliga 50 miljónir krónur í hýrum, og aftrat teimum ringvirkningum, sum eru knýttir at skipinum, er vist, at hesin peningur sæst aftur ymsastaðni í nærumhvørvinum og í samfelagnum annars, leggur hann aftrat.
Stórt meirvirði
Í fjør kundi Norðborg fiska eini 4.000-5.000 tons av makreli, harav umleið 2.800 tons lógu eftir ófiskað, og eru nú komin aftrat kvotuni í ár.
Samlaða nøgdin av makreli, sum skipið kundi fiska í 2010, er soleiðis soleiðis sløk 15.000 tons, tá alt er talt við.
Tá Sosialurin skifti orð við Jón Rasmussen í gjár, hevði hann ikki neyvu tølini við hondina, men hann heldur, at veiðivirðið av makrelinum higartil í ár liggur um einar 70 miljónir krónur móti umleið 45 miljónum krónum seinasta ár.
- Hetta er soleiðis eitt meirvirði upp á einar 25 miljónir krónur, sum økta kvotan av makreli hevur skapt, sigur hann.
Norðborg er framleiðsluskip, sum virkar svartkjaft, sild og makrel til matvøru, og soleiðis er eisini nógv tann størsti parturin av veiðini farin til matna.
Skiparin vísir á, at við tað, at eingin visti, hvussu leingi makrelurin fór at standa í føroyskum sjógvi í heyst, er ein ávísur partur av veiðini hjá Norðborg farin til ídnað í Fuglafirði.
- Fyri føroysku sakina í makrelspurninginum hevur tað eisini sín týdning fyri Føroyar, at vit klára at fiska ásettu kvotuna í føroyskum sjógvi, heldur hann.
Fara á sild
Øll makrelkvotan hjá nótaskipunum er eginkvota, og nú er tað bara Norðborg av nótaskipunum, sum eigur kvotu eftir. Kvotan, sum reiðaríið Thor í Hósvík hevur fingið, er eftir hvat skilst eisini eftir at fiska, tí stóru skipini hjá felagnum - í staðin fyri at fiska sjálvi – í fyrstu syfti hava tikið ímóti makreli frá ísfiskaskipum, sum hava verið á makrelveiði.
- Norðborg eigur nú eini 1.200-1.400 tons eftir, tá tey 2.800 tonsini, sum lógu eftir frá í fjør, eru tikin við. Skipið fór nýggjan túr næst seinasta sunnudag. Teir raktu við makrel, tá teir komu út og fingu eini 400 tons í lastina. Síðan øtlaði hann veðrið, og eftir tað hevur skipið ikki rakt við aftur, tó at leitað hevur verið í einar 3-4 dagar. Í løtuni leita teir í ein útsynning úr Føroyum, sigur skiparin.
Jón Rasmussen vísir á, at pelagiskur fiskur, sum gongur uppi í sjónum, skjótt kann ávirkast av veðri.
- Vit vita ikki, um tann stóra nøgdin av makreli kann vera farin úr føroyskum sjógvi, nú tað líður so væl út á heystið, men tað kunnu vit einki siga um enn, leggur skiparin aftrat.
Hann sigur, at hinu nótaskipini eru farin at fiska norðhavssild, og tá Norðborg er liðug við sína makrelkvotu, fer skipið eisini á sild.
- Í fjør fóru vit á sild longu um miðjan august. Okkara partur av norðhavssildini í ár liggur um eini 20.000 tons, og eftir at fiska eru eini 12.000 tons, leggur skiparin aftrat.
Rætt við eginkvotu
Jón Rasmussen heldur annars, at eginkvotur er tað einasta rætta, tá ræður um býtið millum skip og pelagiskum fiskasløgum sum eitt nú makrel og sild.
- Tá veitst tú, hvat tú hevur, og kanst leggja til rættist, nær og hvussu tú ætlar at fiska og annars brúka kvoturnar, sigur skiparin á verksmiðjuskipinum Norðborg.