Áðrenn teir komu í Norðhavnina at landa, legði Norðborg 300 tons av mjøli og 150 tons av lýsi upp í Fuglafirði.
Eisini tóku teir tungolju í Fuglafirði, áðrenn farið varð til Klaksvíkar, har restin av veiðini varð løgd upp. Størsti partur av veiðini fer til Pólands.
Sildin er fyri størsta part fiskað í norskum sjógvi.
(Mynd: Dávur Winther)