Norðborg er eitt ævintýr, eisini takkað fiskimannafelagnum

Hjá mær sjálvum var tað hugaligt at fylgja við í veitslurómanum í samband við, at Norðborg kom til landið

Tað er klárt, at her hava nógvar góðar kreftir verið uppií. Millum hesar eisini fiskimannafelagið í mínari tíð.

Ein týðandi partur í eini slíkari verkætlan er sáttmálin hjá manningini. Her er setningurin at gera ein sáttmáli, har tað bæði skal bera til bæði hjá reiðarínum og hjá manningini. Betri tað gongst meira kemur tað tá báðum pørtum til góðar.

Sjálvsagt skal prosentparturin hjá manningini vera so høgur sum gjørligt, men tað skal eisini kunna bera til at laga seg eftir umstøðunum, tá hetta kann vera til gagn fyri manningina. Tað skal kunna hugsast so langt, at tað kann bera til at fáa eina størri úrtøku við einum lægri býtisprosentið, um inntøkumøguleikarnar hækka meira enn henda lækking.

Hetta er júst nótaflotin eitt gott dømi um. Upprunaliga var manningarparturin 26,5%. Umleið 1980 høvdu menn ætlan um eitt nógv størri skip, Gullfinnur, við størri møguleikum. Mett varð tá, at hetta kundi bert lata seg gera, um manningarparturin gjørdist 20%.

Hetta eftirlíkaði FF. Hóast tað gekk væl, og inntøkan var høg hjá manningini, var ikki nóg nógv eftir til skipið, og tað fór úr flotanum aftur.

Tað sama mundi hent við Tróndi í Gøtu, sum kom seinni, og sum hevði sama sáttmála. Men hetta varð bjargað við, at manningin fyrst fór niður í 16%, og síðan upp í 17,5%.

Tað var á hesum grundarlagnum, at Christian i Grótinum varð bygdur í 1998. Hetta var tá eitt risa stig. Tað var als ikki nøkur sjálvfylgja, sum umstøðurnar vóru tá, at tað fór at eydnast. Men FF vildi hjálpa reiðarínum við at lata teir byrja við 16% fyri síðan at fara upp í 17,5%.

Hetta eydnaðist stak væl. Manningin forvann nógvan pening, og tað sama gjørdi reiðaríið. Dekkarainntøkan pr. dag hevur verið upp til fimm daglønir hjá arbeiðarum á landi.

Hetta gjørdi reiðaríið ført fyri at keypa Norðborg 1, sum síðan varð avloystur av Norðborg 2, sum var ein framúr nýhugsan at virka fiskin umborð. Her var eisini gjørdur ein sáttmáli á sama grundarlagi, nevniliga at báðir partar skuldi klára seg. Sum tað er frætt, hevur manningin á Norðborg eisini verið væl tilfriðs við sín sáttmála.

Hetta gekk eisini stak væl, og seinasta úrslitið av øllum hesum er so nýggja Norðborg. Niðurstøðan kann bert vera tann, at FF í síni tíð hevur havt eitt gott handalag í sínum leikluti at gera sáttmálar, tá so nógv kundi spyrjast burtur úr.

Hetta kann ikki minst manningin á Christian í Grótinum eisini ásanna. Teirra arbeiðspláss varð selt fyrr í ár, og teir kundu eins væl staðið uttan kjans. Men sum tað skilst sleppa teir at halda áfram við Norðborg.

So væl er arbeitt fyri teir. Frá at hava verið við einum av fremstu skipunum í landinum, fara teir nú við fremsta skip av sínum slagi í øllum heiminum. Eg hevði um dagarnar vitjan av Quentin Bates frá blaðnum Fishing News International, sum var komin til Føroyar bert fyri at skriva um Norðborg. Hann var púra ovfarin av skipinum og ikki minst av monnunum aftanfyri.

At sleppa við einum slíkum skipi er nakað, sum teir fægstu fiskimenn tora so mikið sum at droyma um, og enn færri fáa tað uppfylt. Í hesum ótryggu tíðum er Norðborg eisini uppá seg eitt hampiliga trygt arbeiðspláss.

Umframt eina góða inntøku og góðar umstøður annars hava hesir fiskimenn fingið og fáa framvegis maksimalt gagn av teirri skattaskipan, sum FF og eg sjálvur havi gingið á odda fyri, og sum higartil hevur givið fiskimonnum nærri ¾ enn ½ milliard krónur. Tað hevur ikki verið minsta stríðið at verja skipanina móti álopum frá hægstu støðum í samfelagnum.

Alternativið til hesa glæsiligu gongd kundi verið at hildið fast um upprunaligu prosentpartarnar fyri hendan veiðuhátt.

At hetta skuldi havt verið gjørt hevur størsta stuðul frá fiskimonnum, sum hava fingið mest burturúr virkseminum hjá fiskimannafelagnum. Tí hevur henda sáttmálagerð ikki verið nøkur sjálvfylgja, og tað hevur heldur ikki verið kostnaðarfrítt at slóða fyri hesum ævintýri, sum Norðborg er.

Hevði FF ikki havt tað handalag, sum tað hevði tá, kundi henda søgan lættliga endað annarleiðis. Í ringasta fall kundi hon enda við, at menninir framvegis sigldu við tí fyrsta Christian í Grótinum frá 1975.

Norðborg er eitt stórsligið úrslit av einum framburðssinnaðum fiskimannafelag. Tí kann eg eisini loyva mær at ynskja reiðarí og manning tillukku við nýggja skipinum.