Norðborg aftur tikin

Norska sjóverjan vil vera við, at Norðborg hevur fiskað sild á einari stongdari leið Norska sjóverjan hevur tikið fýra skip fyri at hava roynt eftir sild á einari stongdari leið á Tromsøflaket.

Millum skipini er Norðborg. Skipið hevur fingið boð um at sigla til Bodø, hagar tað kemur í kvøld. Fiskaren skrivar, at skiparin skal avhoyrast í morgin.

Hetta er aðru ferð í hesum mánaðinum, at norska fiskiveiðieftirlitið tekur Norðborg. Fyrru ferð var tað fyri at koyra sild í havið, og tá fekk reiðasríið 100.000 norskar krónur í bót, og hald varð lagt á 1,5 millión krónur. Men reiðaríið hevur ikki tikið við sektini, skrivar Fiskaren.

Tvey íslendsk skip vórðu eisini tikin á teirri stongdu leiðini, men tey hava veitt treygd fyri sektini og eru sloppin leys.