Gamalt jarn
Í Vestmanna eru tey farin at argast um, at Norðbúgvin, sum felagið Sp/f Rættarhamar í Havn eigur, uttan eftirlit frá eigaranum nú á triðja ári liggur og gnagar gummi við bryggju.
- Tað er eitt krav, at onkur hevur eyguni við skipum, sum liggja við bryggju, men eigarin tykist í hesum førinum vera líka glaður um, hvussu skipið hevur tað, siga fólk í Vestmanna, sum hava vent sær til Sosialin.
Herfyri lá Norðbúgvin rættiliga nógv aftur á og á liðini, soleiðis sum myndin vísir.
- Vit stúra fyri, at skipið fer at søkka við bryggjuna, um onkur ikki tekur sær av tí.
Úr Vestmanna siga tey eisini, at stundum hevur staðið nógv á endunum hjá skipinum, so vandi var fyri, at teir ikki fóru at halda.
Eingin prísur
Bjarti Mohr, sum eigur Norðbúgvan, sigur, at tað var vatn á brúgvatakinum, sum í hesum førinum gjørdi, at skipið legði seg so nógv á liðina.
- Brúgvatakið rúmar nógvum vatni, um frárenslið typpist, sigur hann.
Spurdur, um nakað fæst fyri skip sum Norðbúgvan, ið eru løgd, sigur Bjarti:
- Nei, tað fæst lítið fyri gamalt jarn. Vit høvdu kanska fingið eina miljón fyri skipið, um vit lótu tað til upphøggingar í Danmark.
Alt avmonterast
Hann sigur, at lítið virði er í einum gomlum skipi sum hesum, men áðrenn tað verður sent til upphøggingar, verður alt avmonterað, sum hevur nakað virði, eitt nú ljósmotorar, nautisk útgerð, spøl og trumlur.
- Brúgvin á skipinum er lutfalsliga nýggj, og kanska kann hon eisini seljast, um onkur hevur brúk fyri henni, sigur Bjarti Mohr at enda.