Noomi Rapace: Lær av Lisbeth Salander

Fríggjadagin var frumframførslan av seinna filminum í Steig Larsson trilogini ?Pigen der legede med ilden?. Høvuðsleiklutin spælir svenska Noomi Rapace ? og hon heldur, at kvinnur kunnu læra nógv av tí sterku og sárbæru kvinnuni Lisbeth Salander. Hon er sárbær og ógvuliga sterk. Angist blandað við einum sterkum yvirlivilisivilja lýsir úr tí kvinnuligu høvuðspersóninum Lisbeth Salander.

 

-Lisbeth Salandet hevur ein stóran mistanka móti heiminum og nógv hatur inni í sær. Hon er stýrd. Hóast tað nærmast er eitt kensluborið atomkríggj innan í, so megnar hon kortini at halda facaduni, greiðir Noomi Rapace frá fyri bt.dk.

 

 

Men týdningarmest av øllum er, at Lisbeth Salander gevur ikki upp. Sambært Noomi Rapace sær hon ikki seg sjálva um eitt offur, nakað sum hon heldur, at kvinnur kunnu læra nógv av.

 

-Hon tekur ikki synd í sær sjálvari, og tað dámar mær væl. Hon finnur altíð ein veg. Hon analyserar, hvat tað er hon vil, og hvat tað er, sum heldur henni frá tí hon vil hava. Eg haldi, at nógvar kvinnur taka synd í sær sjálvum og blíva martyrar og siga: ?Ja men eg havi so nógv børn, at eg kann ikki gera tað sum eg vil, ella hetta er ein mansstýrdur heimur. Eg havi ikki somu rættindi sum menn, o.s.fr., greiðir Noomi Rapace frá.

 

Hóast hon avgjørt ikki heldur hetta verða rætt, so viðgongur hon kortini, at hon sjálv er dottin í offurrollina áður.

 

-Eg haldi, at øll hava tað fyri, at verða offur til tíðir. Tá okkurt ikki gongur sum tað skal, er tað lættari, at geva øðrum skyldina.

 

-Øll hava periodur, har tey taka synd í sær sjálvum, men eg royni altíð at staðfesta, at tað er høpisleyst at taka synd í sær sjálvum og byrja at gráta. Tað er eitt valdsamboð at verða tann, ið tað er synd í, greiðir Rapace frá, og heldur fram:

 

-Eg havi havt nógv um oyruni við ?Mænd der hader kvinder?. Eg havi ferðast nógv í Evropa, og gjørt samrøður, meðan maður mín hevur tikið sær av heimi og børnum. Og tá eg eri komin heim kl. 23 um kvøldið, og havi verið rættiliga troytt, kann eg taka synd í mær sjálvari. Men eg havi jú sjálv valt at arbeiða soleiðis, so ístaðin fyri at grenja um tað, so má eg bara góðtaka veruleikan, sum eg havi valt, sigur Noomi Rapace við bt.dk.