Nýggi aðalskrivarin hjá NOMUS, Bo Rydberg vitjaði leiðaran á mentanardeildini hjá Klaksvíkar býráð og formannin í Mentanarnevndini Gunvu við Keldu.
Hann fekk frá teimum eina kunning um, hvat fyriferst í Klaksvík á mentanarøkinum.
Stundir vóru eisini at vitja ymsastaðni, og Bo Ryberg var í Christianskirkjuni, Atlantis og Pegasus. Hann legði eisini leiðina fram við í KÍ-høllini, har hornorkesturstevna var.
Nomus er tann stovnurin innan Norðurlanda Mentanargrunnin, sum tekur sær av øllum innan tónleik. Nomus ger tilmæli um stuðul til tiltøk, tónleikaferðir, festivalar, tónleikaverk, útgávur og virðislønir.










