Nomus er nevnd norðurlendska ráðharraráðsins fyri norðurlendskum tónleikasamstarvi. Nomus tekur stig til og samskipar ymiskar norðurlendskar tónleikaætlanir, veitir stuðul til t.d. tónaverksbíleggingar, norðurlendskar konsertferðir, ráðstevnur og tónleikaupptøkur. Nevndin umsitur harumframt Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Hvønn ársfjórðing gevur Nomus út tíðarritið, Nordis Sounds, eins og Nomus-yvirlitið við 1.200 nøvnum og bústøðum ið viðvíkja tónleiki í Norður- og Baltalondum.
Nærri fæst at vita hjá:
Johan Falk, aðalskrivara, ella Ann Hørnqvist, hjálparfólki
NOMUS
Nybrokajen 11
SE-111 48 STOCKHOLM
telefon: 009 46 8 407 17 20/21
telefaks: 009 46 8 407 16 50
T-postur: gen.secr@nomus.org










