Noma - verður heimsins besta matstova

Sambært spanska blaðnum El Mundo verður matstovan Noma á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn seinni í kvøld kosin heimsins besta matstova.

- Tillukku Noma - um stutta tíð er tittulin sum »heimsins besta matstova« væntandi tín.

Soleiðis skrivar spanska blaðið El Mundo, sum metir, at spanska matstovan, El Bulli missir - og at Noma fær hetta fína heitið, sum Resturant Magazine skipar fyri.

Men fólkini handan Noma taka tað heilt róliga, tí enn er einki alment, skrivar Ekstrablaðið.

- Vit hava roynt tað so ofta, so vit taka tað púra róliga, sigur Nadine Redzepi, sum er gift við køkschefinum, Rene Redzepi, við ekstrabladet.dk.

- Rene Redzepi er í London og er beint nú til veitsluna, har vinnarin av kappingini verður almannakunngjørdur. Men í Danmark hevur Nadine Redzepi sjamanjuna klára, hóast hon ikki selur skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin.

- Sjampanjan er køld, og vit eru klár. Bara Noma verður millum tíggju tær bestu, so eru vit glað, sigur Nadine Redzepi við ekstrabladet.dk.

Í fjør fekk Noma heiðurin á triðja plássi, og hon er gitin kring heimin fyri norðurlendsku matlistina.

Sambært El Mudno sær topp tíggju soleiðis út:

1. Noma - Danmark

2. El Bulli - Spania

3. The Fat Duck - England

4. El Celler de Can Roca - Spania

5. Mugaritz - Spania

6. La Francescana - Italia

7. Alinea - USA

9. Arzak - Spania

10. Per Se - USA