Noma hevur vent gongdini

Heimskenda matstovan er farin frá stórum halli til avlop

Nýggi roknskapurin hjá heimskendu matstovuni Noma í Keypmannahavn vísir avlop.

Ekstrablaðið skrivar, at roknskapurin hevur eitt avlop á slakar 700.00 krónur, og tað er hugaligari lesnaður hjá eigarunum enn seinasti roknskapur, sum vísti hall á 1,7 millión krónur.

René Redzepi, sum er ein eigari av Noma, er nøgdur við úrslitið fyri 2019.

Noma er fleiri ferðir kosin heimsins besta matstova og fekk fyrr í ár tvær Michelin stjørnur.