Tað gongur bert framá fyri René Redzepi, høvuðskokk á matstovuni á Norðuratlantsbryggjuni, Noma. Bara síðan 2006 hevur hann lyft matstovuna frá einum 36. plássi til eitt triðja pláss á listanum yvir heimsins bestu matstovur. Tað var í gjárkvøldið, at viðurkenda blaðið, Restaurant Magazine, kunngjørdi 50 tær best umtóktu matstovurnar í heiminum. Nummar eitt og tvey fóru til somu matstovur sum í fjør. Spanska El Bulli fekk 1. plássið, enska The Fat Duck endaði á 2. plássi, og 3. plássið fór til donsku matstovuna, Noma. Noma hevur flutt seg ikki minni enn sjey pláss upp eftir hesum lista síðan í fjør, og 33 pláss síðan 2006.
Harumframt vann Noma prestigufullu virðislønina, Chef's Choice Award, sum altso staðfestir, at kokkarnir á Noma eru teir bestu í heiminum. Tað eru høvuðskokkarnir frá 50 teimum bestu matstovunum, ið velja bestu kokkarnar til hesa virðisløn. Í dómsnevndini, sum avgerð hvør besta matstovan er, eru 806 matkritikkarar, kokkar og gastronomar.
Noma liggur á Norðuratlantsbryggjuni á Christianshavn. Matstovan hevur lagt seg eftir at bjóða ein persónligan og norðurlendskan køk við eini gourmetmatskrá. Høvuðskokkurin fór fyri nøkrum árum í samstarv við kokkar í hinum norðurlondum, um at fáa til vega norðurlendskar rávørur til tess at seta saman eina norðurlendska matskrá. Úr Føroyum skaffast millum annað øðum, djúphavskrabbi og jomfrúhummari.
28 fólk eru í føstum starvi á matstovuni.










