Hetta gjørdist veruleiki á hátíðarhaldi í London í kvøld. Matstovan á norðuratlantisku bryggjuni í Keypmannahavn, NOMA, sum bara brúkar norðurlendskar - og harvið eisini føroyskar - rávørur er kosin at verða heimsins besta matstova.
NOMA var vald at verða heimsins triðbesta matstova av Restaurant Magazine í 2009, og hevur í kvøld fingið heitið, sum heimsins besta matstova.
- Tað er garvilt at verða heimsins besta matstova, hetta er púra surrealistiskt, sigur kokkurin, Claus Meyer - sum eisini eigur í matstovuni - við tíðindastovuna, Ritzau.
Sjálvt um Claus Meyer í stóran mun hevur verið við til at menna konseptið fyri NOMA, so heldur Claus Meyer, at høvuðskokkurin, Rene Redzepi eigur høvuðspartin av æruni fyri, at NOMA er vald til heimsins bestu matstovu.
- Hetta er Rene fyri at takka. Eg eri glaður fyri, at eg havi kunnað verið ein góður samstarvsfelagi, og at eg fekk hugskotið til matstovuna frá byrjan av, sigur Claus Meyer.
Bert tvey ár aftaná, at NOMA lat upp fekk matstovan ta fyrstu Michelin-stjørnuna. Hetta var í 2005. Árið eftir var NOMA longu nummar 33 á listanum hjá Restaurant Magazine yvir heimsins bestu matstovur.
Tað eru annars bretska matstovan, ?The Fat Duck? og tann spanska matstovan, ?El Bulli?, sum hava ligið frammanfyri NOMA.
The Fat Duck hevur upplivað ein sannan niðurtúr, tí fyri stuttum fingu eitt stórt tal av gestum mateitran á kendu matstovuna. Henda keðiliga hendingin, og tað, at El Bulli er við at broyta sítt konsept gjørdu sítt til, at norðurlendska konseptið hjá NOMA vann.










