Í sínari tíð búsetti seg í Nólsoy ein skotsk prinsessa og sjeikur hennara, og í Nólsoy fingu tey sítt avkom.
Nólsoyingurin, Marnar á Skúr, sum mangan er hittinorðaður, heldur, at um skotar velja at loysa frá Bretlandi í morgin, eiga nólsoyingar at reisa krav um fáa fyrsta kongin í Skotlandi - eftir loysingina.
Søgan sigur, at frá umleið ár 1300 til miðskeiðis í 1700-talinum búðu fólk í Korndali í Nólsoy. Enn í dag síggjast toftirnar frá hesi búseting.
Í Korndali er bæði prinsessutoft og prinsessukelda, og nøvnini koma av, at ein skotsk prinsessa í sínari tíð flutti til Nólsoyar við sjeiki sínum.
Søgnin sigur, at tey flýddu undan skotska konginum, sum ikki vildi, at dóttirin giftist einum vanligum dreingi, ið ikki bar kongaligt blóð.
Tá tey flýddu, sigldu tey norður eftir og komu til Nólsoyar, har tey búsettu seg og høvdu tað gott.
Nøkur ár seinni frætti skotski kongurin, hvar dóttirin var, og hann helt leiðina til Føroyar og Nólsoyar, har hann ætlaði at gera av við tey bæði.
Men, tá kongur sá, hvussu gott tey høvdu tað, og hvussu fitt barn prinsessan hevði føtt, hoyknaði hann í knøunum, læt tey liva og fyrigav teimum.
Marnar á Skúr heldur, at nú skotar í morgin skulu atkvøða um sítt sjálvræði, kemur spurningurin aftur upp at venda, hvør eigur rættin til skotsku krúnuna.
- Jú, eg haldi, at ein nólsoyingur eigur at gerast kongur í Skotlandi, um skotar gera av at loysa frá Bretlandi, sigur Marnar á Skúr.
Tað er Marnar á Skúr, sum situr til høgru á myndini við einari stórari rót og nøkrum rabarbum í hondini. Rótin vigar eitt heilt kilo, sigur hann. Undir lið hansara situr Virgar Joensen.