Nólsoyingar stovna harufelag

Í november í fjør var vald ein fyribilsnevnd, sum hevði til endamáls, at stovna eitt harufelag í Nólsoy.

Í november í fjør var vald ein fyribilsnevnd, sum hevði til endamáls, at stovna eitt harufelag í Nólsoy

 

Í gjárkvøldið var so stovnandi aðalfundurin hjá felagnum, ið eitur Lepus Timitus.

 

Ein reglugerð varð samtykt, og síðani kom val av nevnd á skránna. Sum aðalfundurin samtykti, var formaðurin valdur við serligari atkvøðugreiðslu, og har var einasta uppskot Karlot Hergeirsson, sum soleiðis varð valdur.

 

Hareftir var ein atkvøðugreiðsla um tríggjar limir í nevndina og vísti hon, at teir tríggir vórðu Ivan Holm, Jón Jacobsen og Peter Bangsholt.

 

Gjørt var síðani av, at skjótast skuldi í dag.

 

in.fo fer at fylgja við, hvussu gongur, nú fyrsti harudagur hevur verið.