Á borgarafundi í Nólsoy herfyri søgdu fólk seg stúra fyri, at Nólsoyggin fer í tvey, um einki verður gjørt til verju móti eystanbrimi. Tey vístu á, at hellan og loftið undir Eiðinum broytist so skjótt, at vandi er fyri, at loftið fer at leypa.
- Tað nyttar einki bara at leggja grót og klettar sum verju. Neyðugt verður at stoypa betong undir loftinum og leggja sonevnda "tetrapod" brimverju til verju móti ógvusligum uppgangi.
Ein borgari, sum var á vælmøtta fundinum, vísti á, at eitt nú norðmenn hava góðar royndir við tí, tey rópa "tetrapod" brimverju.
Soleiðis, sum In.fo skilir, er "tetrapod" stórir stoyptir tríkantar, ið verða laðaðir saman sum verja móti brimi, og sagt verður, at hetta er roynt í fleiri londum við góðum úrsliti.
Nólsoyingar stúra fyri, at um einki verður gjørt, fer Nólsoyggin í tvey eftir minni enn áttati árum - ja, kanska nógv fyrr enn tað, soleiðis sum loftið undir Eiðinum máast burtur, tá uppgangur er.