Nóllywood aftur á skránni

Enn er møguleiki at sleppa á árliga filmskúlan fyri ung.

 

1Ert tú millum 14 & 18 ár og vilt læra hvussu ein røtt filmsframleiðsla gongur fyri seg?  So er eitt gott hugskot at tekna til Nóllywood, sum er árligi filmskúlin fyri ung, sum eru áhugað í filmi.

Í ár verður Nóllywood 30. juni til 9. juli á Fólkaháskúlanum í Havn. 

Nóllywood er bæði fyri tey uttan royndir við filmsarbeiði og fyri tey, sum áður hava roynt seg við filmsarbeiði. Maria Winther Olsen og Rógvi Rasmussen standa fyri undirvísingini, og saman við øðrum áhugaverdum gesta-undirvísarum syrgja tey fyri avbjóðandi og spennandi undirvísing í, hvussu ein filmur verður til.

Skeiðið endar við almennari sýning 9. juli á Háskúlanum, har úrslitini verða víst. So um rætta plássið til eina Oscar-standmynd er í stovuni heima hjá tykkum, er at melda teg til beinanvegin.

Tilmelding fer fram við at senda ein t-post til klippfisk@klippfisk.fo ella við at ringja á telefon 22 23 25. Melda til í seinasta lagi 1. juni 2014. Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 2000 alt íroknað: Gisting, matur, undirvísing, tilfar & alt sum hartil hoyrir.