Nokti at spæla móti Liverpool

Tað sigur Steven Gerrard, sum hevur boaðað frá, at hetta er seinasta kappingarárið hjá honum í Liverpool

Eftir 17 ár á besta liðnum hjá Liverpool, er tíðin hjá Steven Gerrard í reyðu troyggini komin at enda. Tað boðaði miðvallarin frá í tíðindaskrivi í dag. Hann skiftir tó ikki til nakað felag, sum er í kapping við Liverpool.

 

- Eg fari at halda fram við at spæla, men eg fái ikki sagt júst hvar enn. Eg kann tó siga so mikið sum, at tað verður í einum felagið, ið ikki er í kapping við Liverpool. Eg nokti at spæla móti Liverpool, tí tað hevði eg ikki klárað, sigur nú 34 ára gamli Steven Gerrard og leggur afturat;

 

- Eg havi tikið hesa avgerðina, tí eg vil royna okkurt nýtt í míni yrkisleið, so eg einki hava at angra, tá eg gevist, sigur Steven Gerrard.

 

Steven Gerrard leggur afturat, at hann vónar at venda aftur til Liverpool, tá hann er endaliga givin sum fótbóltsspælari. Fyribils er LA Galaxy í USA mest sannlíka felagið hjá liðskiparanum at skifta til.