Noktar seg framvegis sekan

32 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið Pidda Hansen, var í rættinum aftur mikudagin.

Eins og tá ið maðurin fyri tveimum síðan varð varðhaldsfongslaður, noktaði hann seg í gjár aftur sekan, og hann kærdi avgerðina hjá rættinum um at leingja varðhaldsfongslingina við fýra vikum.

Tá ið maðurin varð varðhaldsfongslaður, varð hann avbyrgdur, men longu áðrenn rættarfundin í gjár, varð hann tikin úr avbyrgingini.

Tað hevur ongan týdning, tí maðurin fær ikki tosað við onnur fólk, við tað hann dugir illa føroyskt og lítið av enskum, sigur verji hansara Anfinn V. Hansen.

Av tí at maðurin er varðhaldsfongslaður, fær hann ikki ávirkað kanningarnar hjá politinum.

Rættarfundurin mikudagin vardi ein tíma, tí alt, sum sagt varð, skuldi tulkast, við tað at maðurin er útlendingur.

Tað var ein misskiljing, tá ið politiið fyrst upplýsti, at eingin rættarfundur skuldi vera. Kravið hjá politinum um longda varðhaldsfongsling fer altíð gjøgnum rættin. Tað kann gerast skriftligt, men tann skuldsetti maðurin vildi sleppa fyri rættin.

Mentalkanning skal gerast av honum. Tað verður altíð gjørt í slíkum málum, og at tað verður kravt longu nú, er fyri at sleppa inn í bíðirøðina at gera kanningina, sigur Anfinn V. Hansen.