- Eg havi ikki umhugsað at leggja frá mær.
Tað er greiða svarið frá Sigmundi David Gunnlaugsson, íslendski forsætisráðharranum, aftaná at íslendska tjóðin hevur bíðað í nærum eitt samdøgur eftir eini frágreiðing frá landsins leiðara.
Tað er í kjalarvørrinum av sokallaðu Panamamálinum, har skjøl vísa, at hann og konan eiga eitt útlendskt felag, skrásett í einum skattaparadísi, ið hevur kravt pening frá íslendingum aftaná fíggjarkreppuna, at andstøðan og fleiri borgarar hava kravt stjórnarleiðaran frá.
Tað er tó longu greitt, at Altingið skal taka støðu til eitt misálit, tí andstøðan hevur samtykt at leggja fram eitt misálit á stjórnarleiðaran. Tingið kemur saman klokkan 17 íslendska tíð.
Fyrr í dag høvdu 24.000 íslendingar undirskrivað eina áheitan á forsætisráðharran um at leggja frá sær, meðan tað væntast at fleiri túsund íslendingar fara at luttaka í eini mótmælisgongu seinni í dag.